Undir einari rannsókn hevur tollvaldið í Österbotten í Finnlandi funnið eitt stórt savn við stolnum eggjum úr Íslandi, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Svenskir fjølmiðlar siga, at tollararnir funnu umleið 10.000 egg og harumframt næstan 300 deyðar fuglar, sum annaðhvørt vóru útstappaðir ella frystir.
Finska løgreglan sigur, at eggini eru so mong, at tað má hava tikið nøkur ár at stjala tey uttanlands og at savna tey í Österbotten. Løgreglan heldur eisini, at útlendsk áhugamál hava verið uppi í stuldrinum, og at talan kanska er um fólk í Svøríki.
Tað var svenska løgreglan, sum kunnaði løgregluna og tollvaldið í Finnlandi um stuldurin. Ein partur av eggunum eru úr Íslandi, men sambært Morgunblaðnum hevur íslendska tollvaldið ikki frætt nakað um málið.
Meginparturin av teimum umleið 10.000 eggunum eru frá fuglasløgum, sum eru friðað ella í vanda fyri at doyggja út, og sum skilst eru savnarar til reiðar at rinda nógvar pengar fyri tílík egg.