Funningur upp í Runavík

Hósdagin verður sáttmálin um kommunusamanlegging millum Funnings og Runavíkar kommunu undirskrivaður í býráðssalinum við Saltangará. Samanlegging verður veruleiki 1. januar 2009. 14. nov. 2006 var vegleiðandi fólkaatkvøða í Funningi um samanlegging av kommununi við aðra kommunu og var stórur meiriluti var fyri at leggja kommununa saman við Runavíkar kommunu. Kommunurnar hava síðan samráðst um sáttmálan sum verður undirskrivaður hóskvøldið. Hetta fram til samanleggingina fara kommunurnar at virka í tøttum samstarvi verður sagt í tíðindaskrivi, sum er sent fjølmiðlunum. Samlaða fólkatalið í hesum báðum kommunum er 3.760 fólk.