Funningsfólk stovnað fornminnisfelag

Funningsfólk hava sett sær fyri at varðveita tey gomlu húsini í Ølvustovu Um vikuskiftið varð fornminnisfelag stovnað í Funningi við tí enda´máli at varðveita tey gomlu húsini Ølvustovu.

Funnings kommuna keypti Ølvustovu fyri nøkrum árum síðani, og Fornminnisfelagið ætlar at tosa við Runavíkar kommunu, sum Funningur nú er partur av, um at seta húsini í stand. Hetta arbeiðið er mett at kosta einar 400.000 krónur.

Í ta fyrstu nevndina í nýggja fornminnisfelagnum í Funningi komu Sámal Petersen, Petur Dahl, Alis Jacobsen, Johild Kamban og Jógvan Joensen Højsted.