Ari Afrizal búði í indonesiska landspartinum Aceh, og hann var ein av teimum mongu, sum skolaðu út, tá tann stóra flóðaldan legði fleiri bygdir og býir í landspartinum undir í sjógvi.
Fríggjadagin varð hann funnin aftur, tá eitt farmaskip úr Sameindu Arabisku Emiratunum kom fram á hann, skrivar Reuters. Einki verður sagt um, hvussu hann hevði hildið sær flótandi so leingi.
Ari Afrizal er tann triði, sum er funnin á havinum síðani flóðalduna. Tann 30. desember fann eitt skip eina indonesiska kvinnu, sum hevði rikið á havinum síðani annan jóladag, og nakrar dagar seinni fann eitt japanskt skip ein mann, sum hevði sitið á einum træi í Indiska Havinum í átta samdøgur. Hann varð settur í land í Malaysia, og myndugleikarnir har hava nú boðið honum at varandi uppihalds- og arbeiðsloyvi.
Í gjár kom ræðsla á fólk í Aceh-landspartinum av einum hørðum eftirskjálvta undir havbotninum vestan fyri Sumatra. Skjálvtin, sum var 6,2 á Richter-stiganum, var so mikið harður, at hús í býnum Bandar Aceh skulvu, og fólk runnu ræðslusligin í gøtunum, skrivar Reuter.