Løgreglan í Moskva hevur funnið líkini av fimm monnum í útjaðaranum av býnum, og sambært løgregluni er eingin ivi um, at menninir vórðu myrdir gjáranáttina. Talan er tó ikki um ránsmorð, tí teir fimm vóru heimleysir. Ein kvinna var saman við monnunum, og hon varð flutt á sjúkrahús við skaða í høvdinum. Løgreglan fekk boð um líkini og kvinnuna, eftir at fólk høvdu funnið tey tætt við eina vatnleiðing, skrivar AP.