Beinagrindin er næstan heil, og granskarar halda, at talan er um eitt slag, sum ikki er funnið fyrr Dinosaurin, hvørs beinagrind er funnin í Argentina, hevur verið 32 metrar langur og líka høgur sum eini hús í fýra hæddum. Bara hálsurin var 17 metrar.
Granskararnir siga, at talan er um eitt tað størsta dinosaur-slagið, sum higartil er funnið, og teir halda, at tað livdi fyri umleið 88 milliónum árum síðani.
Argentinsku granskararnir hava funnið 70 prosent av beinagrindini, og tað er sera sjáldsamt, at ein so stórur partur av beinagrindini verður funnin.










