Funnið risastóra gassleið

Shell og StatoilHydro hava funnið eina gassleið úti fyri norðurnorsku strondini. Talan kann vera um eina av heimsins størstu gassleiðum StatoilHydro vil einki siga um tann nýggja brunnin, men sambært metingum, sum vórðu gjørdar undan boringini, kann tað snúgva seg um gass fyri einar 1.000 milliardir krónur, skrivar NTB.

Shell, sum er operatørur á leiðini, og sum eigur 60 prosent av loyvinum, vil heldur ikki siga nakað um leitiúrslitið, fyrr enn arbeiðið er liðugt um nakrar vikur.

Taå var væntandi, at boringin fór at geva úrslit, tí frammanundan varð roknað við, at sannlíki fyri at finna gass í rakstrarverdum nøgdum var 40 prosent, skrivar NTB.