Funnið nógv uran í Svøríki

Eitt avstralskt námsfelag sigur seg vera komið fram á stórar nøgdir av urani nærhendis Myrviken í Jämtland í Svøríki.

Felagið, sum eitur Aura Energy, sigur, at sambært metingum er talan um eini 140.000 tons av urani, og staðið er sostatt millum tey størstu urannámini í heiminum.

Í øðrum lagi sigur avstralska felagið, at nærri kanningar kunnu fara avdúka, at tað er munandi meiri uran við Myrviken, enn tann fyrsta metingin bendir á.

Tað eru serliga kjarnorkuverkini, sum brúka uran, og eftirspurningurin veksur støðugt. Kjarnorkuverkini hava einki CO2-útlát, og fleiri verk eru í gerð ymsastaðni kring heimin.