Funnið lík niðurgrivið

Danska løgreglan hevur funnið eitt lík, sum var niðurgrivið í Holbæk. Talan er helst tann 51 ára gamli Benny Cederquist, sum løgreglan setur í samband við eitt annað dráp, har ein kvinna av føroyskari ætt er blandað uppí.
Fyrr í summar var ein maður funnin í eini frystiboks í Jyllinge, og í tí sambandi vóru fleiri fólk varðhaldsfongslað ? millum annað ein føroysk kvinna, sum viðurkendi drápið.
Síðani kom tað fram, at ein annar maður við tilknýti til fólkini var horvin fyri trimum árum síðani, og løgreglan eftirlýsti mannin. Hann er nú funnin deyður og niðurgrivin á einum garði í Holbæk.
Løgreglan heldur, at maðurin, sum var funnin í frystiboksini, gjørdi av við mannin, sum nú er funnin deyður.