Funnið gullnám av ókendum Gasolin’-upptøkum

Kasettubondini eru funnin í USA og eru nú í Odense, men lagna teirra er ókend.

 

Bo Ellegaard úr Odensen eigur nú 11 kasettubond við upptøkum av kenda danska rockbólkinum Gasolin’, og talan er um ókendar upptøkur.

Ellegaard er Gasolin’ fjeppari og rekur ein plátuhandil í Odense.

Ljóðgóðskan er góð, er vorðin talgild, og umframt tónleikin, so hoyrast m.a. Kim Larsen og Franz Beckerlee keglast eitt sindur. Limirnir í bólkinum vóru saman alt døgnið hesi árini í sjeytiárunum, og lurtar ein, so fær ein hug at halda, at Søren Berlev roynur at sameina og halda bólkinum saman, sigur eigarin.

Tey 11 kassettubondini eru keypt á internet uppboðsølu í USA í fjør. Tey kostaðu 30.800 krónur.

Á bondunum eru konsertupptøkur frá 1976 -77, og fleiri upptøkur úr venjingarhølunum, har Gasolin’ við Kim Larsen á odda veruliga spenna seg út og geva alt teir eiga.

Helst er talan um bond, sum umboðsmaðurin hjá Gasolin’ hevði við sær til USA, tá bólkurin ætlaði at royna eydnuna í USA.

Enn er ógreitt, hvørja lagnu bondini fáa. Eigarin hevði fegin vilja givið út, men plátufelagið Sony eigur rættindini, og limirnir í bólkinum hava áður sagt, at teir ikki hava áhuga í, at meira tónleikur frá tíðini við Gasolin’ verður útgivin.

##med2##

##med3##