Funnið gamla kirkju í Sýrialandi

Í Sýrialandi hava fornfrøðingar funnið leivdirnar av einari kirkju, sum nteir siga vera umleið 1200 ára gamla Kirkjan er funnin 245 kilometrar í landnyrðing úr høvuðsstaðnum Damaskus, og sýrisku myndugleikarnir siga, at hetta er tann størsta kirkjan, sum er funnin í Sýrialandi.

Staðið, har kirkjan er, eitur Palmyra. Hetta var ein handilsstaður, og hildið verður, at tað var Salomon kongur, sum grundlegði hann, skrivar Reuters.