Tá løgini og eykaløgini vóru uppi, sang Anastacia eykalagið "Left Outside Alone" umaftur, hesaferð a capella. Soleiðis vísir man, hvussu nógv yvirskot man hevur.
Tað var hetta við yvirskotið, ið merkti alla konsertina í stóru innandura konsert høllini á Hálsi.
Hetta sama yvirskotið fekk Anastaciu at biðja áskoðararnar vera heilt stillar eina løtu, so hon kundi tosa við Marie Scaplehorn Hansen, ið var tann einasta, sum rætti hondina upp, tá hon spurdi okkum, hvør hevði sæð hana live áður. Men hetta yvirskotið var kryddið, ið gjørdi alla konsertina framúr góða.
Røddin var imponerandi, og bólkurin funky. Hetta var ein 53 ára gomul songkvinna, ið hevur barst við krabbamein, crohn og hjartasjúku, men har var eingin orsøk at leita eftir umberingum, tí Anastacia leveraði hundrað prosent.
Tey friðaligu og kontrikendu løgini sum "Cowboys and Kisses", "Overdue Goodbye" fingu ikki líka væl fatur í fjøldini, sum tey meira lívligu. Her vóru tað serliga "Sick and Tired", "Left Outside Alone", "Sweet Child o' Mine" og "I'm Outta Love", sum tendraðu fjøldina.
Spælilisti
Not That Kind
Freak of Nature
Paid My Dues
Cowboys & Kisses
Overdue Goodbye
Sick & Tired
Why'd You Lie to Me
Made For Lovin' You
You'll Never Be Alone
Everything Burns
Who's Gonna Stop The Rain
Sweet Child O' Mine
I'm Outta Love
Eykaløg
Left Outside Alone
Left Outside Alone (A Capella)