Funk-Fest á Toftum

Hóskvøldið 20. august klokkan 20 skipar Gjamma-LIVE fyri eini FUNK-FEST í Nebo á Toftum. Luttakandi bólkarnir vera T.O.S., og framstormandi bólkurin Newworldson úr Kanada.

T.O.S. er eftir hondini eitt kent navn í Føroyum; eftir fleiri framførslur í summar - tann seinasta á Reinsarínum sunnukvøldið ? er teirra eyðkendi og øðrvísi tónleikur um at gerast fólkaogn. Bólkurin er ómøguligur at seta í bás, løgini flyta seg frá funk yvir polka til rock. Vælskrivaðu føroysku tekstirnir hjá Bárði á Lakjuni egna seg væl til ymsu tónleikastílirnar.

 

Newworldson er ein rættuliga nýggjur bólkur úr Kanada ? men eru nú ?uppdagaðir? og veruliga á veg fram. Teirra serskildi funk/soul/roots-tónleikur er sera lurtaravinarligur ? stutt sagt: Tað er torført at sita leingi stillur, tá ein lurtar eftir teimum; rytmur og riff liggja beint til ein trippandi høgra-fót og nikkandi høvd. Konsertin hjá Newworldson í Føroyum er startskotið til Europaferð teirra og eftir konsertina skulu teir spæla á festivali í Hollandi.

 

Við tveimum so serstøkum og lívligum bólkum, sum báðir spæla ?festligan og funky tónleik? ivast fyrireikararnir ikki í at hóskvøldið 20. august av røttum verður ein FUNK-FEST ? fyri at sitera gittarleikaran og samskiparan í Newworldson, Joshua Toal: We want this event to be as fun for you guys as possible!

 

Tiltakið verður í nýggja Nebo á Toftum hóskvøldið 20.august kl. 20. Nebo er eitt nýtt samkomuhús við øllum ljóðtøkniligum hentleikum, ið hugsast kunnu. Ljóðtøkni hevur veitt og staðið fyri uppsetanini av útgerðini.