Langt var millum spurningarnar frá vanligu veljarunum, sum Kringvarpið gav høvi at seta dagsskránna á fundinum í Læraraskúlahøllini í kvøld Orðaskiftið var livandi og við góðari ferð, tá ið Kringvarpið í kvøld bjóðaði til fyrsta valfundin í útvarpinum og sjónvarpinum.
Málið var, at vanligi veljarin skuldi spyrja floksformenninar spurningar. Onkrir veljarar tóku av høvinum, men teir vóru fáir.
Í umleið trý fjórðings settari høll vóru tað fyrst og fremst valevni hjá flokkunum, sum nýttu høvi at spyrja floksformenninar spurningar.
Útvarpið og Sjónvarpið fara tær báðar næstu vikurnar at skipa fyri nógvum valsendingum og eisini valfundum.