Fundur við flokkarnar um bankamálið í dag

Løgmaður ætlar at kunna umboð fyri flokkarnar um støðuna í bankamálinum í dag

Edmund Joensen, løgmaður miðjar móti at kalla umboð fyri flokkararnar á fund í dag fyri at kunna teir um støðuna í bankamálinum, nú eftir at landsstýrið hevur havt fund við umboð fyri Fíggingargrunnin og við limirnar í serfrøðingabólkinum, sum er settur at kunna og vegleiða landsstýrinum um bankamálið.

Løgmaður sigur, at tað verður lagdur stórur dentur á at fáa eina breiða semju í tinginum um hetta málið.

Uppá fyrispurning um vit hava eina góða sak, sigur løgmaður, at tað kann hann ikki svara uppá í løtuni.

-Tað hevur verið sagt, at hetta er ein politisk sak millum heimastýrið og donsku stjórnina. Tað løgfrøðiliga, sum løgfrøðingarnir arbeiða við, kann eg av góðum grundum ikki úttala meg um enn.