Samgongan fundast nú um uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi Klokkan 9 fóru samgonguumboð á fund við løgmann um uppskotið hjá Edmundi Joensen um at skipa Føroyar sum eitt valdømi.
Sambært Norðlýsinum eru summir samgongumenn so misnøgdir við uppskotið hjá samgongufelaganum, at teir hava orðað eitt uppskot um at skriva út nýval til Løgtingið. Blaðið veit at siga, at 10 samgongutingmenn eru til reiðar at atkvøða fyri nývali, verður uppskotið hjá løgtingsformanninum samtykt.
Hinvegin hevur ein kanning víst, at meiriluti er í Løgtinginum fyri at skipa landið sum eitt valdømi.