Mikukvøldið 11. apríl klokkan 19 verður fundur í býráðshøllini í Klaksvík, har
allir áhugaðir borgarar eru vælkomnir at fáa kunning og at fundast við
umhvørvisdeild býráðsins um, hvat gerast kann í felag fyri at verja nærumhvørvið.
Hanna Dalsenni, umhvørvissamskipari fyrireika ta árligu
umhvørvisvikuna í Klaksvíkar Kommunu, sum í ár verður frá 30. apríl til 5. mai.
Í tí sambandi bjóða tey øllum áhugaðum og eldhugaðum borgarum til
kunning og fund um, hvat vit í felag kunnu gera fyri at verja umhvørvið her í
lokaløkinum.