Áhugafelagið Føroya Mc skipar leygardagin fyri fundi um RoadRacing og ATV.
Fundurin verður leygardagin 5. februar kl. 15.00 í VIP-húsinum við Tórsvøll. VIP-húsið er bingjan millum Ítróttarhøllina á Nabb og Tórsvøll. Evnini á fundinum verða: RoadRacing, MX, ATV og barna-ATV.
Øll, sum hava áhuga í at luttaka í kappingunum í 2011, eru vælkomin til fundin - eisini foreldur at børnum sum ynskja at luttaka, skrivar heimasíðan www.foroya-mc.fo










