Fundur um Reynir

Sum avrátt á einum fyrireikandi fundi fyri stuttum, verður nú bjóðað til nýggjan fund, har møguleikarnnir fyri at fara undir eitt varðveitingararbeiði av deksbátinum Reynir verða nærri viðgjørdir. Vónir eru um, at ein áhugabólkur kann skipast, sum stendur fyri umvælingunum av Reynir, og at kommunan stuðlar upp undir tiltakið.

Fundurin verður á Felagsskúlanum týskvøldið 6. mars, klokkan 19.30, har menn, sum hava staðið fyri umvælingunum av prýðiliga seglbátinum Draganum í Klaksvík taka lut. Teir á Draganum fara at greiða frá, hvussu arbeiðið er farið fram hjá teimum, og hetta er óivað ein góð fyrimynd fyri onnur varðveitingarverd træskip kring landið.