Fundur um rapsolju í Bládýpi

Hósdagin 12. februar var kunnandi fundur á gistingarhúsinum Bládýpi í Havn um rapsolju sum alternativt brennievni til bilar og onnur akfør. Umleið 30 fólk møttu til fundin

Á fundinum greiddi Erling Simonsen frá sínum royndum við rapsolju og týski verkfrøðingurin, Alexander Noack, ið starvast hjá fyritøkuni Tecnologie Elsbett GmbH, greiddi frá um bilar, ið koyra við raps- ella matolju og um hvørjir bilar kunnu byggjast um, og hvussu hetta veður
gjørt.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, var ið á fundinum og hann segði m.a. at nýggja landsstýrið kemur at gera nógv við orku- og umhvørvismál.

Í løtuni er tað bara VW Lupo bilurin hjá Erling Simonsen, ið koyrir við
rapsolju her í Føroyum. Alexander Noack byggir í løtuni ein annan bil hjá Erlingi um til rapsbil. Arbeiði verður gjørt á Bilasøluni v. Øssur Johannesen í Hoyvík.