Kommunumál
Vágar:Tey arbeiða miðvíst við at leggja saman til eina stóra kommunu kring Sundalagið. Eisini Gjáar Kommuna er við i samtakinum.
Mikudagin hittust kommunustýrislimir í kommununum fram við Sundalagnum á fundi á Hotel Vágum. Tað eru kommunurnar úr Hósvik til Haldarsvíkar, Sunda Kommuna og Gjáar Kommuna, sum eru við í Kommunusamtakinum í Sundalagnum. Talan er um allar kommunurnar í Norður Eysturoy og Norðurstreymoy eystantil. Tó eru Eiðis Kommuna og Funnings Kommuna ikki við í samtakinum. Saksunar Kommuna er eisini við, men saksuningar hava gjørt av at leggja saman við Hvalvíkar Kommunu, eisini um stóra samanleggingin ikki verður til nakað.
Tað er semja millum kommunustýrislimirnar í samtakinum um at leggja saman. Men samanleggingin er ikki gjørd við tað, sigur Sofus Johannesen, borgarstjóri í Gjáar Kommunu, sum var við á fundinum á Hotel Vágum mikudagin.
Avgjørt er, at kunnandi fundir verða fyri allar borgarar í øllum kommununum, og síðan skal fólkaatkvøða haldast í hvørjari kommunu sær fyri at vita, um fólk yvirhøvur vilja leggja saman.
Tað er soleiðis, at verður gjørt av at leggja saman, er eingin vegur aftur. Borðið fangar. Stut og greitt tí, at Kommunulógin loyvir ikki, at kommunur verða býttar sundur aftur.
Nevnt verður í tí sambandinum, at eitt nú kollfirðingar noyðast at verða verandi i Tórshavnar Kommunu, um teir vilja ella ikki. Teir hava valt at fara uppí, og soleiðis verður tað. Í hvussu er so leingi, verandi kommunulóg virkar.
Tað er eitt sindur ymiskt, hvat fólk í kommununum halda um samanleggingina, sigur Sofus Johannesen, borgarstjóri við Gjógv. Sjálvur sigur hann seg ongar negativar viðmerkingar fáa frá gjáarfólki. Men onkra aðrastaðni hevur hann frætt, at onkur er, sum ikki er fyri samanlegging. Hóast tey tykjast fá, sum siga frá.
Tað eru serliga eldru fólkini, sum eru í móti samanleggingini, heldur borgarstjórin við Gjógv. Kanska tey, sum frá fyrr minnast, tá smáu kommunurnar vórðu til, eftir at hava ligið saman við størri bygdum. Tey hava helst ikki hug at koma aftur í ta støðu, tey minnast, at tær stóru bygdirnar fóru við øllum ágóðunum.
Men soleiðis metir sofus Johannesen ikki støðuna vera í dag. Fastar avtalur verða gjørdar, og tær munnu fara at verða hildnar, heldur hann.
Hann vísir eisini á, at tað verða fleiri og fleiri skyldur lagdar á kommunurnar at røkja, og tá krevjast stórar kommunur. Eitt nú barnaansing og frítíðarítriv av ymsum slagi. Slíkt, sum eldri fólk vanliga ikki hava so stóran tørv á, og tað kann eisini ávirka støðutakanina eitt sindur, heldur Sofus Johannesen.