Rógving
Stóra eldsálin í innandurarógvin er Katrin Olsen, sum vit mest kenna sum ein av manningini umborð á Jarnbardi. Katrin býr í Danmark, har hon eisini rør við donskum báti. Hon hevur nógvar royndir í altjóða kappingum, men hon hevur so sanniliga eisini stóran áhuga í innandurarógving. Danskir rógvarar rógva nógv í rógvumaskinum, tá teir um veturin ikki kunnu rógva utttandura.
Nógvar altjóða kappingar í innandurarógving eru um allan heim, og tú kanst gjøgnum telduna rógva ímóti øðrum rógvara, sum by´r hinumegin jørðina.
Og nú vil Katrin, at innandurakappingar í rógving koma í fasta legu í Føroyum. Nógvar rógvumaskinur eru kring landið, og Klaksvíkar Róðrarfelag skipaði í 2002 fyri óalmennari Fm-kapping í Klaksvík.
5. desember skipar Katrin Olsen og Havnar Róðrarfelag fyri áhugaverdum fundi í ÍSF húsinum. Rógvarar fáa tá at vita, hvussu kappingin fer fram 29. januar, millum annað vektbólkar, aldursbólkar og møguligir barnaróðrar. Eisini skal tosast um, hvussu stafettbólkarnar skulu rógva, og hvussu langt einstaklingarnir skulu rógva.
Umframt alt viðvíkjandi innandurakappingini, so verður eisini á fundinum tosað um, hvussu tú fært mest burturúr einari rógvumaskinu. Nevnast kann mótstandurin í rógvmaskinuni, og mótstandurin í tøkunum um minuttin róð verður. Eisini fært tú at vita, hvussu rógvararnir skjótast skifta í stafettkappingini.
Annars kann nevnast, at Róðrarsambandið kemur sum so ikki at hava nakað at gera við innandurakappingina 29. januar. Nevndin í RSF heldur hugskotið við innandurakappingini vera frálíkt bæði ítróttarliga og sosialt og vil fegið hjálpa, men RSF vil ikki standa sum fyrireikari.
RSF sigur seg vita ov lítið um slíkar kappingar og tí ikki kann gera reglur og taka avgerðir. RSF leggur aftrat, at fyrireikararnir kunnu ikki kallað kappingina 29. januar eina Fm-kapping. Eitt sersamband í ÍSF skal standa fyri einari Fm-kapping í innadurarógving.
Tað er Havnar Róðrarfelag sum fyrireikar innandurakappingina í rógving 29. januar.










