Fundur um fuglakrím

Djóralæknar úr øllum heiminum vóru fyrradagin á fundi í Bruxelles, har teir umrøddu vandan fyri, at fuglakrím kann spjaða seg til Evropa.

Fyrst breiddi sjúkan seg úr Eysturasia til Kasakhstan, og nú er hon eisini komin til Russlands. Tann stóri spurningurin er, um flytifuglar, sum ferðast ímillum Sibir og Evropa, kunnu bera sjúkuna við sær til okkara heimspart.

Higartil hevur fuglakrím kravt fleiri tíggjutals mannalív í Asia. Øll vórðui smittað av flogfenaði, men fleiri óttast fyri, at sjúkan fer at broyta seg, so hon eisini smittar ímillum fólk. Hendir tað, kann fuglakrímið gerast ein líka álvarssom sjúka sum spanska sjúka, ið kravdi 40 milliónir mannalív í 1918.

Í Niðurlondum hava myndugleikarnir longu givið boð um, at allur flogfenaður úr útlondum skal haldast innandura, men onnur lond fara neyvan at taka sama stig, skrivar AP.