Fundur um endometriosu í kvøld

Endometriosa rakar 10. hvørja kvinnu - í kvøld er fundur um sjúkuna í Starvsmannafelagshúsinum

Í kvøld verður skipað fyri einum fundi í Starvsmannafelagshúsunum um sjúkuna endometriosu. Talan er um eina sjúku sum rakar áleið 10. hvørja kvinnu.

Á fundinum fer Axel Forman, professari við lærda háskúlan í Århus, at hava fyrilestur um sjúkuna, umframt at umboð fyri felagið hjá sjúklingum í Danmark við endometriosu, fara at greiða frá sjúkuni og avleiðingunum.

Tey sum eru rakt av sjúkuni, hava mangan ringa magapínu,bløða illa og kenna seg lúgvaðan. Besta viðgerðin er, at  sjúkan verður staðfest og viðgjørd so tíðliga sum til ber.