Leygardagin verður fundur um sukursjúku í matarhøllini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Tað er Diabetisfelag Føroya, sum skipar fyri føðingardagsfundi í Suðuroy, nú felagið fyllir 27 ár.
So nógv fólk fáa sukursjúku, at tað er vorðið ein fólkasjúka, sum er við blíva ein beinleiðis hóttan ímót fólkaheilsuni.
Í hesum sambandi heitir ST á heilsumyndugleikar, diabetes¬feløg og fólk annars, um kunna fólk um, hvørji vandateknini eru.
Á fundinum í Suðuroy fer Hans Petur Nielsen, yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og serlækni í hjartasjúkum, at greiða frá um sukursjúku og hjartasjúkur.
Eisini fer Jens Andreasen, diabeteslækni, at tosa um diabetes, men mest fer hann at fortelja um tað spennandi diabetesgransking, sum í løtuni fer fram á Deildini fyri Arbeiðs- og Almanna¬heilsu og sum hann sjálvur er við í.
Harafturat fer Kristiana Rein, formaður í Diabetesfelag Føroya, at greiða frá um viðgerðarmøguleikar og hjálparmøguleikar í Føroyum í dag, og samstundis fer hon at greiða frá um tað nýggju diabetes vandaroyndina, sum tað eisini verður høvi at royna á fundinum.