Fundur fyri fólk ið stama

? og stovnandi fundur av felag

Eirikur Lindenskov


Komandi leygardag klokkan 14 heldur Kristen Thyme, sum er talilærari við nógvum royndum í Danmark, fyrilestur fyri stamarum, avvarðandi teirra og øðrum áhugaðum um hennara máta at arbeiða við stamitrupulleikum uppá.

Kirsten Thyme ferðast nógv kring um í heiminum og greiðir frá hesum mátanum, »accentmátin«, ið hon hevur verið við til at ment.

Fundurin verðu í MBF-húsinum.

Aftan á fundin, klokkan 15, verður stovnandi aðalfundur av felagnum fyri fólk, ið stama og avvarðandi teirra. Fyrireikararnir vóna, at fólk møta fjølment.