Á fundinum fer ungdómsnevndin við Guðmundi Guðmundssyni at greiða frá um stuðulssamstarvið millum B36 og KRIS, og umboð fyri løgreglu, Barnabata og Kris fara eisini at siga sína hugsan.
Harumframt fara fólk, sum sjálvi hava verið úti fyri kynsligum ágangi sum børn at greiða frá, hvussu oyðileggjandi tað er, og hvussu týdningarmikið tað er, at tey vaksnu og samfelagið alt eru opin um hetta og greitt geva til kennar, at kynsligur ágangur ikki kann góðtakast.
Stuðul og kunning
Talan er um eitt átak, har fyritøkur og einstaklingar fáa høvi at stuðla KRIS, sum er ein sjálvboðin felagsskapur, sum hjálpir fólki, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Men átakið snýr seg eisini um, at kunna bæði børn og vaksin um, at kynsligur ágangur ikki er í lagið.
Átakið fer at umfata øll liðini í ungdómsdeildini hjá B36 - tvs. eini 3-400 børn í aldrinum 3-15 ár - sum fara at spæla í eins leikbúnum við greiðum boðskapi, men ongum frámerki hjá nøkrum einstakum sponsori.
Neyðugt er við fíggjarligum stuðli fyri at fáa gongd og tyngd í átakið, og umboð fyri B36 siga, at fyritøkur og stovnar hava tikið sera væl undir við átakinum.
Lesið annars meira um tiltakið í Sosialinum í morgin.










