4. oljuboringin á landgrunninum
At BP og Statoil einki funnu var ikki gott. Tað hevur tí hjálpt, at Hess hevur funnið olju, heldur Graham Stewart, nevndarformaður í Føroya Kolvetni. Tað hevur nevniliga ikki einki at siga fyri føroyska oljufelagið, at ábendingar eru um olju í undirgrundini, nú Føroya Kolvetni um stutta tíð (februar 2002) skal til at útvega sær millum 150 og 200 mill. kr. á altóða fíggjarmarknaðinum.
-Hevði Hess eisini havt eitt turt hol, so hevði verið sera torført at varðveitt og ment áhugan fyri økinum. Men tað gevur okkum ein betri møguleika, at Hess hevur funnið nakað.
Í dag eigur Føroya Kolvetni 7% lut í loyvinum, har Agip er fyristøðufelag, og í løtuni eigur tað 93% av loyvinum. Føroya Kolvetni hevur møguleika at økja sín lut upp í 22%, og er tað hesin vøkstur, sum m.a. skal fíggjast við partapeningi á børsinum í London. Søgur hava gingið um, at Agip hevur fundast dúgliga við onnur oljufeløg um at ?farma? inn í loyvið og taka ein part av tí stóra váðanum.
Graham Stewart, sum umframt at vera nevndarformaður í Føroya Kolvetni eisini hevur eina týðandi leiðsluuppgávu í bretska oljufelagnum Dana, hevur fylgt við gongdini í oljuvinnuni á Atlantsmótinum nú í nógv ár.
Sjálvur heldur hann, at fólk hava stórar vónir til hetta økið. At BP so ikki fann tað teir roknaðu við ger, at teir mugu endurskoða alt. Tað var vissuliga ein skelkur fyri felagið, at hvørki Svínoyarbrunnurin ella Assyntbrunnurin góvu nakað úrslit.
Sosialurin skilur, at tað, Hess hevur funnið, er so stórt, at tað møguliga gongur bæði út í bretskt øki og í loyvi hjá Agip og Føroya Kolvetni í føroyska økinum. Er tað so, so kann man siga, at olja longu er funnin í økinum hjá Føroya Kolvetni.
Tað, sum Hess hevur funnið liggur fáar kilometrar frá loyvinum 002 hjá Føroya Kolvetni. Sosialurin skilir, at tað í loyvinum hjá Agip og Føroya Kolvetni finnast fleiri prospekt at bora í, umframt at Hess-fundið møguliga eisini røkkur inn í teirra økið.
Graham Stewart hevur annars ikki hug til at gera viðmerkingar til einstøku boringarnar, men metir tað ikki vera óhugsandi, at BP kanska eisini fer at bora djúpri næstu ferð, nú Hess hevur rakt við kolvetni á so djúpum stað.
Hann viðgongur, at mong í oljuverðini blivu heilt tikin á bóli, tá tað gjørdist greitt, at Statoil og BP høvdu borað turt, og tí má man til at hugsa u,m hvussu man veruliga hevur arbeitt. Hvat man hevur gjørt skeivt. Sosialurin skilur, at Agip hevur fingið fleiri tilboð um leigu av boripallum. Eftir øllum at døma verður farið at bora í august í ár. Við øðrum orðum gera feløgini neyðugu fyrireikingarnar, og tað er í hesum sambandi, at nýggi seismikkurin skal gera Agip betri ført fyri at finna skilabesta prospektið at bora eftir.