Fótbóltur
Tá Jógvan Martin Olsen í september mánaði boðaði frá, at hann legði frá sær sum landsliðsvenjari, segði FSF-forsetin seg vóna, at FSF var komið heilt væl áleiðis eini nýggjari venjarasetan, tá 2008 var farið at halla.
Í dag skriva vit desember í álmanakkanum, men enn er FSF ikki komið tann heilt langa vegin í setanini av nýggjum landsliðsvenjara.
- Tað er ikki komið hartil, at vit hava sett navn á nakrar kandidatar, sigur Høgni í Stórustovu, FSF-forseti.
- Enn eru vit í teirri fasuni, har vilja seta orð á, júst hvønn tørv og hvørji krøv og ynski vit hava um ein nýggjan landsliðsvenjara. Nakað hava vit tó fingið niður á pappírið, og nú hósdagin byrja vit so ætlandi við veruliga at tekna vangamyndina av nýggja venjaranum.
Tað hevur verið nevnt, at tit áttu at fingið ein útlendskan kapasitet til sessin. Er nøkur avgerð tikin, um talan verður um føroying ella útlending?
- Nei. Vit hava við vilja ikki útilokað nakað sum helst enn, tí vit vilja ikki læsa nakra hurð, sigur Høgni í Stórustovu.
- Fyrst og fremst er umráðandi hjá okkum, at vit hava samanhang í øllum landsliðskonseptinum – líka frá U14 til A-landsliðið. Og tí mugu vit eisini seta okkum spurningin, um hetta er nakað, sum ein nýggjur landsliðsvenjari skal verða partur av, ella um hesin einvíst skal hugsa um A-landsliðið.
- Vit mugu ikki enda í eini støðu, har vit bara seta ein venjara, og at vit so lata tað upp til hendan at skapa nøkur úrslit komandi tvey árini. Sum nevnd hjá Fótbóltssambandinum noðyast vit at hugsa longur enn til komandi undankapping ella til komandi U14-kapping í Aberdeen. Vit mugu skapa ein leist, har vit støðugt lyfta støðið, soleiðis at vit um tvey ár kunnu siga, at nú eru vit komnir longur, enn vit vóru í fyri tveimum árum síðani.
- Og hetta er nakað, sum krevur eitt grundleggjandi kjak. Eisini hjá okkum. Og tað er sera umráðandi, at setanin av landsliðsvenjaranum eisini fylgir hesum. A-landsliðið vil so ella so vera okkara brand, men fyri menningina er altavgerandi, at hetta ikki bara stendur einsamalt, men at samanhangur er í allan vegin. Betur vit megna at lýsa teir karmar, sum ein landsliðsvenjari skal virka undir. Størri eru sannlíkindini fyri, at vit kunnu skapa eitt lokkandi arbeiðspláss hjá sama venjara, sigur Høgni í Stórustovu, FSF-forseti.










