Fundast um ungdómin

Leygardagin hevur Fótbóltssambandið fund við feløgini um ungdómsfótbólt.

Hetta er ein árligur fundur, sum verður hildin áðrenn ungdómskappingarnar byrja í mars mánaði. Á fundinum hesaferð verður nýggj kappingarskipan løgd fram fyri piltadeildina, eftir at kappingin á heilum vølli í hesari deild er avtikin. Nú skulu allir dreingir í aldrinum 10 til 12 ár spæla á hálvum vølli. Annað sum eisini er á skránni á fundinum er døming, uppmøting til dystir og lutakast í steypakappingnum hjá teimum yngru.