Fundast um rækjuprísir

Tað er ikki bara tann føroyska rækjuvinnan, sum er í trupulleikum. Soleiðis er eisini í Grønlandi.

Grønlendska veiðimannafelagið KNAPK og Royal Greenland høvdu fyrradagin fund um viðurskiftini, eftir at rækjuprísurin er fallin. Har samdust partarnir um at halda fund hvørja viku fyri at fylgja gongdini í vinnuni.

Tønnes Berthelsen hjá KNAPK sigur, at partarnir fara at halda eyga við rækjuprísinum á útlendsku marknaðunum, men hann ásannar, at á altjóða marknaðinum er prísurin í botni í løtuni.