Fundast um fiskidagar í morgun

Vinnunevndin hevur fleiri fundir á skrá í dag.

Løgtingsins vinnunevnd hevur fleiri fundir á skrá í morgun fram til seinnapartin. Talan er um fiskidagarnar, sum skulu ásetast frá 1. september og árið út, men summi av feløgunum ynskja at áseta fiskidagar fyri eitt heilt ár.

 

Fyrsti fundur verður við Vága Útróðrarmannafelag og síðani verður fundast við Meginfelag Útróðrarmanna, Felagið fyri Línuskip, Felagið fyri Trolbátar og Føroya Fiskimannafelag hvør sær.

 

Eftir døgurða verður fundast við Fiskidaganevndina, Føroya Reiðarafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og at enda verður felagsfundur við fiskivinnumálaráðharran, Høgna Hoydal, umframt umboð fyri VØRN og Havstovuna.