Fundast aftur hósdagin

Enn er ikki endalig avgerð tikin um, hvør setur partapening í eitt komandi uppisjóvarvirki í Fuglafirði

 

 

Sigurð Simonsen, sum er ein av stigtakarunum til nýggja uppisjóvarvirki í Fuglafirði, segði við Kringvarpið í kvøld, endalig støða ikki varð tikin um málið á fundi, sum varð hildin í kvøld.

 

- Tað vóru nøkur á fundinum, sum ikki vóru heilt til reiðar at taka endaliga støðu, og tí varð avgjørt at bíða við hesum til hóskvøldið, segði Sigurð Simonsen við útvarpið hjá Kringvarpinum.

 

Samlaði partapeningurin í felagnum, sum skal reka uppisjóvarvirkið, verður helst einar 50 til 60 mió kr. Umframt tveir stórar íleggjarar er ætlanin eisini at fáa fleiri aðrar lokalar aktørar við í ætlanini, og tað vóru hesir, sum í kvøld fundaðust um málið.

 

Ætlandi skal nýggja virkið í Fuglafirði taka móti uppisjóvarfiski longu í summar.