Um vikuskiftið verður ein fundarrøð við talum og sangi í Siloa í Fuglafirði.
Trúboðararnir Svenning av Lofti og Poul Færø tala. Sangur verður m.a. við manskórinum í Thabor og Siloakórinum. Heitið á fundunum er ?Jesus gevur tær eitt nýtt lív?. Fundirnir verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 19.30 og sunnukvøldið kl. 18. Eftir møtini verður boðið til eina máltíð, siga fyrireikararnir.










