Fundamentalisma - nýtsla og misnýtsla

Orðið fundamentalisma hevur verið nógv frammi í orðaskiftinum seinastu tíðina. Orðið er nógv nýtt, men tíverri er tað oftast misnýtt. Fundamentalisma er eitt orð, sum hevur fleiri týdningar, og ofta er tað trupult at staðfesta, hvussu orðið skal nýtast og í hvørjum sambandi. Tískil meti eg, tað skilagott at hyggja eitt sindur nærri at, hvør upprunin av orðinum er, hvussu tað hevur verið nýtt, og eisini er tað avgerandi at peika á ymisk sløg av fundamentalismu.

Fundametalisma verður ofta brúkt í einum negativum tóna til tess at lýsa ein bólk av fólkum, sum eru fanatisk, irrationell, intolerant og trongskygd. Serliga hevur tað í seinastuni verið nýtt til at lýsa fólk, sum kallað seg kristin og hava bíbliuna sum grundarlag í sínum lívi. Hesi kristnu fólkinini verða kallað fundamentalistar á ein negativan og niðursetandi hátt. Tey, sum nýta orðið á henda hátt, halda seg hava rætt til at seta ein ávísan bólk av fólki í ein bás, har eyðkennini hjá hesum menniskjum er fanatisma, irrationalitetur, intoleransa og trongskygni. Tey fólk, sum nýta orðið fundamentalisma á henda hátt, halda seg kanska vera upplýst, men í roynd og veru prógva tey sína vantandi vitan um týdningin av orðinum og nýtslu tess.

Søguligur uppruni
Fundamentalisma varð upprunaliga nýtt um ein protestantiskan trúarbólk í Amerika, sum legði stóran dent á, at bíblian er Guds orð, at Jesus reis upp frá hinum deyðu, moydómsføðing Krists, sáttargerðina og Jesu seinnu komu. Tey, sum tóku undir við hesum lærusetningum kallaðu seg fundamentalistar. Hesir lærusetningar vórðu m.a. viðgjørdir og vardir í bókarøðini The Fundamentals, sum kom út í tólv bindum millum 1910 og 1915. Fundamentalistar vóru tey, sum stuðlaðu sjónarmiðunum og bíbliufatanini, sum vórðu viðgjørd í hesum bindum.
Curtis L. Laws (1868-1946), sum var blaðstjóri á baptistiska tíðarritinum Watchman-Examiner, nýtti í 1920 orðið fundamentalistur um separationistar, sum vrakaðu liberalismu og trúðu á klassisku evangelisku læruna. Seinni varð fundamentalisma brúkt á ein negativan hátt til tess at lýsa fólk, sum høvdu ein antisosialan og antiintellektuellan hugburð mótvegis mentan. Fundamentalistarnir vóru upprunaliga militantir og vóru harðliga ímóti modernaðari mentan. Fyri at kunna skilja atferð teirra, er neyðugt at hava í huga, at menningarlæran og bíbliukritikkurin (liberalgudfrøði), sum førdi fram, at bíblian var ikki Guds orð, høvdu stóru framgongd í hesum tíðarskeiði. Fundamentalisman var tískil eitt alternativ til sekulariseringina og relativistisku hugsanina.
Framferðarhátturin hjá amerikonsku fundamentalistunum bleiv meiri hóvligur sum tíðin gekk, men teirra bíbliufatan og lærusetningar eru ikki broyttir. Upprunaligi týdningurin av orðinum fundamentalisma er ein ávís bíbliu - og lærufatan.

Ymisk sløg av fundamentalismu
Nú á døgum verður fundamentalisma ikki einans nýtt um teir umtalaðu amerikansku fundamentalistarnar, men eisini um aðrar átrúnaðir. Orðið er nógv broytt, tí tað hevur verið brúkt til at lýsa nógvar ymiskar fatanir. T.d. verður tosað um jødiska og islamiska fundamentalismu.
Jødisk fundamentalimsa verður ofta nýtt í fjølmiðlunum, tá ið tosað verður um víðgongdar jødiskar bólkar, sum nýta vald og yvirgand sum náttúrligar miðlar fyri at náa síni mál. Dømi um hetta er morðið á ísraelska forsætisráðharran Yitzhak Rabin í 1995. Hann bleiv myrdur av ein-um víðgongdum jøda (fundamentalisti).
Fundamentalisma verður í stóran mun sett í samband við víðgongdar muslimar. Hetta hevur sína náttúrligu forkláringar.
Í 1979 komu víðgongdir muslimar til valdið í Iran. Valdið var tikið fra shahinum, og Iran var proklamerað sum eitt islamiskt lýðveldi. Nýggja stjórnin við Ayatolla Khomeini gjørdist eitt ómenniskjaligt og harðrent stýri, sum var grundað á lógirnar í koranini. Eydnan hjá teimum víðgongdu muslimunum í Iran gav íblástur til islamistiskar fundamentalistar í fleiri grannalondum til at náa somu mál. Islamisk fundamentalisma bleiv ein týðandi bólkur í nógvum londum, og høvdu fundamentalistarnir stóra ávirkan á samfelagsskipanina í fleiri londum.
Ein avleiðing av framkomuni av militantum muslimum var, at orðið fundamentalisma fekk ein breiðari týdning og tað bleiv nógv oftari nýtt í fjølmiðlunum. Aftaná 11. september 2001 hevur orðið verið sera nógv nýtt. Osama bin Laden man vera besta dømi um ein muslimskan fundamentalist.
Fundamentalisma hevur breiðan týdning. Muslimiskir fundamentalistar eru t.d. í Irak, jødiskir fundamentalistar í Ísrael og traditionellir fundamental-istar í USA, sum løgdu dent á bíbliuna sum teirra grundarlag í lívi og læru.

Definitiónir
Orðið fundamentalisma kemur úr latíni. Fundamentum er latínska heitið, og merkir tað grundvøllur. Sostatt er talan um ein grundvøll ella eitt fundament. At talan er um eitt fundament, sigur okkum ikki so nógv, tí tað kunnu vera nógv sløg av fundamentum.
Hvussu kunnu vit vita, hvat oriðið hevur at týða? Hetta er ein góður spurningur. Vit kunnu hyggja at nøkrum definitiónum. Í Politikens Nudansk Ordbog stendur um fundamentalismu: teologisk retning, der hævder Bibelens absolutte ufejlbarlighed. Í Donsk-føroysk orðabókini hjá Stiðanum frá 1998 stendur um fundamentalismu: gudfrøðilig áskoðan at halgabók er fullkomiliga lýtaleys. Í Webster´s Dictionary (1957) verður orðið definerað soleiðis: A recent movement in American Protestantism re-emphasing as fundamental to Christianity belief in the inerrancy og the Scripture, Biblical miracles, especially the virgin birth and physical resurrection of Christ, etc. Í eini týskari orðabók frá 1977 verður orðið definerað soleiðis: am. Glaubenslehre (Bibel als alleinige Glaubensgrundlage). Ensk-íslendsk orðabók frá 1984 sigur um orðið: biblíufesta, bókstaftrú að orð bibliunnar séu innblásin af guði og að þeim beri að trúa og fylgja í einu og öllum. Orðið bíbliufesta er áhugavert, tí tað verður eisini nýtt í Ensk-føroysk orðabókini hjá Stiðanum frá 1993. Orðið festa merkir: staðfesta, støðugleiki, hald. Seinasta definitiónin av kristnari fundamentalismu er tann hjá Oxford Advanced Learner´s Dictionary: the belief that everything that is written in the Bible is completely true.
Hvat er endamálið við at vísa á so nógvar definitiónir? Endamálið er at geva lesaranum eina fatan av, hvat orðið merkir og hvat tað ikki merkir. Niðurstøðan av øllum definitiónum er, at fundamentalisma snýr seg um bíbliufatan, at bíblian er lýtaleys og einasta grundarlag fyri lívi og læru.

Føroyskir fundamentalistar?
Havi hug at spyrja: Hvørjir eru teir føroysku fundamentalistarnir, sum so ofta verður sipað til? Veit ikki rættiliga; kanska best man vera at spyrja tey, sum eru so ófør seta ávís fólk bás. Tað eru nógv, sum eru ørkymlað av nýtsluni av orðinum, tá ið tosað verðir um føroyskar/kristnar fundamentalistar. Hesir "religiøsu" fundamentalistarnar verða ofta settir í sama bás sum víðgongdir muslimar, sum hava vald og yvirgang sum nátturligar miðlar til at náa síni mál. Hava kristnir fundamentalistar nakað í felag við Osama bin Laden, Al Quada og Hamas, sum nýta yvirgang sum sítt høvuðsvápn? Talan er um eina púra høpisleysa samanbering.
Um tosað verður um føroyskar fundamentalistar, eiga vit at hava í huga, at talan er um eina bíbliufatan, sum sigur, at bíblian er eitt lýtaleyst og haldgott fundament, og hvat grundarlag ein hevur fyri lívi og læru. Talan er ikki um fólk, sum eru fanatisk, irrationell, intolerant og trongskygd. Kanska eru tað tey, sum eru so ófør at seta ávís fólk í bás, sum hava brúk fyri at víðka sín sjónarring, tí hann tykist at vera nakað smalur.
Tað eru mangir føroyingar, sum hava Guds orð sum sítt fundament. Kanska eru teir fleiri enn vit halda! Ein, sum hevur Guds orð sum lívsins grundvøll, eigur ikki at skammast við sítt fundament. Um onnur kalla ein fundamentalist, eigur ein ikki at vera keddur um tað, tí ein kennir betur sítt egna fundament, enn tey sum royna at lýsa fundamentið hjá einum sum havandi hesi eyðkenni: intoleransa, trongskygni, fanatisma o.s.fr. Tey, sum eru so ófør at kalla ávís fólk fundamentalistar í einum negativum og niðursetandi tóna, hava kanska ein trupulleika, tí tey sakna eitt fundament, sum verður standandi, tá ið lívsins stormar herja, og avdúkað verður, um vit hava bygt á sand ella hellu (fundament)!
Tað man ikki vera nøkur kirkja ella samkoma, sum endurtekur sítt fundament so ofta sum fólkakirkjan. Trúarjáttanin, sum er grundarlagið fyri virksemi og læru fólkakirkjunnar, verður endurtikin hvønn sunnudag í kirkjunum kring landið: "Eg trúgvi á Gud Faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar. Eg trúgvi á Jesus Krist, Guds einborna Son, váran Harra, sum er gitin av Heilaga Andanum, borin í heim av Mariu moy?" Fólkakirkjan hevur bíbliuna sum sítt fundment; bíblian er Guds orð og grundarlag fyri lívi og læru kirkjunnar. Havandi hetta í huga, kunnu vit avgjørt siga, at fólkakirkjan er ein fundamentalistisk kirkja. Brøðrasamkoman, hvítusunnurørslan, karismatiska rørslan o.s.fr. eru eisini allar fundamentalistiskar rørslur. Tær eru fundamentalistiskar í upprunatýdningi: tær trúgva, at bíblian er lýtaleys, eitt haldgott fundament, at Jesus reis upp hinum deyðu, at Gud hevur gjørt okkum sátt við seg, at Jesus kemur aftur o.s.fr.
Neyðugt er at undurskoða okkara fatan av orðinum fundamentalismu, um vit ynskja at hava eitt upplýst og sakligt orðaskifti um viðurskifti, har orðið verður nýtt. Tað er gott og rætt at nýta orðið fundamentalisma, men at misnýta orðið er alt annað enn mennandi fyri komandi orðaskifti.