Fult umfar seinnapartin

Allir dystirnir í 21. umfari verða spældir kl. 15 í dag

Seinastu árini er vorðið alt meiri vanligt, at umførini í bestu fótbóltsdeildini eru á skrá fleiri dagar, og at tað verður spælt ymiskar tíðir sunnudag. Soleiðis er ikki hesa ferð. Fyrsta bríksl í øllum fimm dystunum í 21. umfari verður klokkan 15 í dag.

 

Tey trý liðini, sum framvegis eru við í kappingini um FM heitið, eru øll greiðir favorittar: B36 á útivølli ímóti EB/Streymi, Víkingur á heimavølli ímóti ÍF og NSÍ á heimavølli ímóti FC Suðuroy.

Líkindini at spæla fótbólt vera av teimum fagrastu seinnapartin. Sólin fer at kaga undan viðhvørt, tað verður turt og stilt, og hitin verður 10 til 13 stig.

 

TB-KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

HB-AB: Petur Reinert kl. 15.00

EB/Streymur-B36: Páll Augustinussen kl. 15.00

NSÍ-FC Suðuroy: Eiler Rasmussen kl. 15.00

Víkingur-ÍF: útlendskum gestadómari kl. 15.00

Støðan

B36 45

Víkingur 41

NSÍ 40

HB 32

KÍ 30

ÍF 23

TB 22

FC Suðuroy 16

AB 13

EB/Streymur 7

Víkingur og NSÍ hava spælt 21 dystir, og hini liðini hava spælt 20 dystir