Síðstu vikurnar hevur tað verið eitt sindur av ólagi í bestu deildini í kvinnukappingini. Tað kemst av, at KÍ kvinnurnar í síðstu viku vóru í Serbia og luttóku í europeisku kappingini.
Í Klaksvík tekur oddaliðið ímóti HB, sum er botnlið.
Á Argjum verður grannauppgerð millum AB og B36, sum rættuliga hevur styrkt um sína støðu á triðja plássi. AB er næstfremst og einasta liðið, ið hevur møguleika at bjóða KÍ av í FM kappingini.
Oyggjauppgerð verður seint seinnapartin í Sarpugerði, har Víkingur fær vitjan av Skála. Hesi bæði liðini stríðast um fjórða plássið.
AB-B36: Dánjal M. Joensen kl. 12.30
Víkingur-Skála: Jóannes Mikkelsen kl. 17.30
KÍ-HB: Magnus Jørmundsson kl. 12.30
Støðan
KÍ 31
AB 29
B36 20
Víkingur 13
Skála 10
HB 4
KÍ hevur spælt 11 dystir, AB og Víkingur hava spælt 12 dystir, og hini liðini hava spælt 13 dystir.