Fult umfar í 1.deild

 

Áttanda umfar í 1.deild hjá monnum verður spælt í dag. FC Suðuroy er á Skála, TB fær vitjan av NSÍ, meðan argjamenn eru í Leirvík. Skála vann týskvøldið greiðan sigur á FC Hoyvík í Gundadali og nærkast oddinum. Teir hava vunnið tríggjar teir seinastu dystirnar og liggur á sætta plássið sjey stig aftanfyri oddaliðið, FC Suðuroy, sum kemur á vitjan í dag. Við einum sigri í dag kunnu skálamenn prógva, at teir skulu taka í álvara í stríðnum um uppflyting til bestu deildina. FC Suðuroy spældi týskvøldið javnleik móti TB í Hvalba. Teir liggja framvegis tvey stig fremst.

 

TB skal á grasinum í Hvalba spæla móti teimum næstbestu hjá NSÍ, sum hava tikið øll av bóli hugartil. Undan dystinum á Argjum týskvøldið høvdu runavíksingar vunnið allar uttan ein. Men á Argjum taptu teir greitt fyri AB. Nú hevur NSÍ møguleikan at prógva, at teir eisini kunnu vinna hini liðini í toppinum. Tvørmenn vunnu fyri vikusíðan stórt í Gundadali, men megnaðu ikki at umseta tað til ein sigur á grannunum úr FC Suðuroy. NSÍ hevur 15 stig á triðja plássi, meðan TB hevur eitt færri á fjórða plássi.

 

Í Leirvík taka teir næstbestu hjá Víkingi ímóti argjamonnum, sum nú tykjast verða komnir fyri seg. Argjamenn hava fingið eina misjavna byrjan upp á kappingina, men við trimum sigrum á rað er AB aftur í oddinum. Víkingur liggur næstaftast.

 

Í Gundadali spæla FC Hoyvík og EB/Streymur. Gestirnir úr sundalagnum hava staðið seg væl í ár og liggja á fimta plássi, fimm stig aftanfyri oddin. FC Hoyvík tapti týskvøldið á heimavølli móti Skála. Seinasti dysturin er í Sørvági har 07 Vestur fær vitjan av HB.

 

1.deild menn:

 

07 Vestur II ? HB II (13:00)

FC Hoyvík ? EB/Streymur II (15:00)

TB ? NSÍ II (15:30)

Víkingur II ? AB (15:30)

Skála ? FC Suðuroy (17:00)