Bæði Everton og Liverpool fingu fult aftaná at hava verið aftanfyri í dag. Everton vann 2-1 Tottenham, meðan Liverpool vann 3-2 á West Ham.
Everton hevði vitjan av Tottenham, sum kom á odda eitt korter fyri tíð. Clint Dempsey royndi seg við skoti, sum umvegis eitt Everton bein fór í mál.
Leingi sá út til at Tottenham fór at vinna, men í seinastu minuttinum vendi Everton dystinum á høvdið. Fyrst javnaði Steven Pienaar við stútara, áðrenn Nikica Jelavic skoraði avgrandi málið í yvirtíðini.
Á Upton Park spældu Liverpool og West Ham. Liverpool kom á odda tíðliga við frálíkum skoti frá Glen Johnson, sum er uppvaksin í West Ham.
Síðani vendi West Ham dystinum. Fyrst javnaði Mark Noble við brotssparki, og síðani gjørdi Steven Gerrard sjálvmál.
Seint í seinna hálvleiki javnaði ein annar fyrrverandi West Ham leikari fyri Liverpool, tá innskifti Joe Cole bleiv leysur í brotsteiginum. Fáar minuttir seinni gjødi John Collins sjálvmál, og so var Liverpool á odda 3-2.
Premier League:
Everton Tottenham 2-1
West Ham Liverpool 2-3