Fult Miðlahús um realkreditt til sethús

Áhugin fyri at vita, hvat eitt realkredittlán er, og hvussu tað virkar í mun til gomlu sethúsalánini í Føroyum, er stórur

Miðlahúsið í Vágsbotni var á tremur við fólki í gjár, tá Eik Banki skipaði fyri einum kunnandi kvøldi um, hvussu bústaðir kunnu fíggjast við realkredittlánum.

- Vit eru væl nøgd við kvøldið, sum fyrst og fremt hevði til endamáls at greiða frá fyrimunum og vansum við hesum lániforminum, sigur Øssur Nolsøe, leiðari hjá Eik Banka í Suðurstreymoy.

Áhoyrarar lurtaðu við áhuga, og nógv nýttu høvið at seta spurningar. Serliga áhugavert var hjá nógvum at hoyra royndirnar hjá einum kunda, ið tók realkredittlán fyri uml. trimum árum síðani.

Kundin tók eitt Fastrentulán til sín bústað. Eftir eina tíð við hækkandi rentu og fallandi kursi á marknaðinum kundi hann innfría sítt lán og skarva brutto meira enn 100.000 kr. burtur av restkuldini. Tá hevði kundin væl at merkja enn ongan avdrátt goldið.

Komandi dagarnar skipar Eik fyri líknandi kunningarkvøldum kring landið. Her er eitt yvirlit yvir tiltøkini:

Tíð og stað

12. febr. kl. 20 hjá Eik í Saltangará

17. febr. kl. 20 hjá Eik í Klaksvík

19. febr. kl. 20 hjá Eik í Miðvági

25. febr. kl. 20 hjá Eik á Sandi

4. mars kl. 20 hjá Eik á Tvøroyri