Dysturin, Føroyar - Ukraina, verður leiktur leygardagin klokkan 16.45 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum
Les um dystin, Ukraina - Føroyar, í Sosialinum fríggjadagin.
Í føroyskum manshondbólti hevur alt snúð seg um FM-finalurnar seinastu tíðina.
Seinastu vikuna er alt brádliga avloyst av landsliðsfepuri, har fleiri av teimum, ið eru í hørðum stríði við hvønn annan, nú eru liðfelagar.
Eitt nú eru tveir leikarar hjá Neistanum og tveir leikarar hjá H71 í hópinum. Fyri 9 døgum síðani vóru hesir leikarar á hvør sínari hálvu og gjørdu alt fyri at vinna á hvørjum øðrum í aðru FM-finaluni.
Harafturat eru landsliðsvenjarin og hjálparvenjarin, Sonni Larsen og Jeppe Borch, dagliga venjarar hjá hvør sínum luttakara í FM-finalunum.
Nú samstarva teir allir, og tað hevur verið stuttligt at sæð, hvussu menn brádliga hava álit á monnunum, ið herfyri var argasti mótstøðumaður.
Heldur ikki útisetarnir sleppa undan hesi sannroynd.
Seinasta leygardag spældu Tønder við Niklasi Simonsen á liðnum ímóti Frederikshavn við Eiriki Simonsen á liðnum. Tønder vann og Frederikshavn flutti niður í aðru deild av hesum úrslitið.
Dagsins leikari var kosin Niklas Simonsen, so Eirikur Simonsen kann helst við røttum hugsa at landsliðsfelagin spilti honum spælið.
Á hesum landsliðstúrinum og í dystinum í Kiev mikukvøldið, vóru tó eingi tekin um, at dagliga kappingin hevur ávirkan á liðandan.
Leikararnir bæði samstarva og hugna sær óført saman, og teir eru til reiðar at ofra seg fyri hvørjum øðrum klokkan 17.45 í morgin.










