Landssjúkrahúsið
? Eg havi fult álit á leiðsluni á Landssjúkrahúsinum
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, himprast ikki við at lata leiðsluna á Landssjúkrahúsinum seta ætlaðu umleggingarnar á føðideildini í verk.
Hann sigur í eini stuttari viðmerking til málið, at hann er kunnaður um umleggingarnar frammanundan.
Hann sigur, at Landssjúkrahúsið hevur havt trupulleikar við at halda játtanini og í eini roynd at fáa betri samsvar ímillum útreiðslur og játtan, hevur leiðslan á Landssjúkrahúsinum gjørt nakrar broytingar, eitt nú á føðideildini.
Broytingar, sum ætlanin er at gera á Landssjúkrahúsinum, eisini broytingarnar á føðideildini eru lagdar fyri landsstýrismannin.
? Broytingarnar á føðideildini eru væl og virðiliga viðgjørdar á fundi ímillum leiðsluna á landssjúkrahúsinum og meg sum landsstýrismann og eg kenni meg tryggan við teirri umlegging, sum ætlanin er at seta í verk.
Hann vísir á, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum umfatar bæði eina læknafakliga leiðslu og eina røktarfakliga leiðslu og tað, sum hendan leiðslan mælir til at seta í verk, følir hann seg tryggan við.