Fult í Kelduni í kvøld

Sera nógv fólk vóru komin at lurta eftir Guy Penrod og bólkinum ?4? í Kelduni í Skálabotni í kvøld Talan var um fult hús og útselda konsert, tá Guy Penrod hevði konsert í Kelduni saman við tónleikarum sínum.

 

Fyrstir á skránni vóru Petur Háberg Jacobsen, Marner av Lofti, Gunnar Justinussen og Jákup Zachariassen, sum manna bólkin ?4?. Teir høvdu eina góða framførslu, har teir bæði sungu nýggjar sangir á tí komandi fløguni, sum kemur í næstum, umframt landaplágur frá fyrru fløguni, sum t.d. ?Her er løtan?.

 

Eftir hetta kom Guy Penrod á pall saman við fimm ungum amerikonskum tónleikarum, sum allir vóru framúrskarandi tónleikarar. Guy Penrod prógvaði av sonnum, at hann reint vokalt er ein tann besti sangarin, sum hevur vitjað oyggjar okkara.

 

Guy Penrod sang bæði nýtt tilfar frá nýggju fløguni ?breathe deep?, sum er ein country-gospelfløga, umframt sangir sum eru kendir frá tíðini hann sang við Gaither Vocal Band.

 

Guy Penrod sang bæði stillar og lívligar sangir, bæði kendar og ókendar. Í kvøld prógvaði Guy Penrod eisini, at hann dugir væl at standa á egnum beinum, aftaná at hava verið partur av einari kvartett í nærum hálvan mansaldur.

 

Amerikanski sangarin gav sær eisini tíð at tosa nógv millum sangirnar, har hann hevði á hjarta sama boðskap, sum hann sang um.

 

Aftaná drúgva og góða framførslu var hann stórliga fagnaður av stóru fjøldini í Kelduni, og klappaður upp aftur. Tá sang hann saman við allari fjøldini - sum tá stóð uppi - kenda gospelsangin hjá Bill Gaither ?Because he lives?, og setti harvið eitt gott punktum fyri eitt minniligt kvøld í Kelduni.