Fult av fólki í býnum

- Sum heild var lagið á fólki gott, men ein endaði í brummuni og verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar, sigur vaktleiðarin í morgun.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at ein rúgva av fólki var í býnum í Havn síðstu nátt.

 

- Her vóru eisini nógv full fólk, og tað vóru eisini nøkur, ið ikki kláraðu seg sjálvi, sum vit so koyrdu til hús gjøgnum náttina.

 

Løgreglan var nógv til steðar í býnum, bæði í bili og til gongu, og sum heild var lagið á fólki gott.

 

Men, um 03.30-tíðina síðstu nátt noyddist løgreglan at handtaka ein mann, sum varð illur og ólátaður niðri á Áarvegnum.

 

- Hesin endaði í brummuni og verður skuldsettur fyri bot á skilhaldsreglurnar, leggur vaktleiðarin aftrat í morgun.