Fult av fólki um Skopunarfjørð

Tað hava verið rættiliga nógv ferðafólk og bilar við á farleiðini hjá Strandferðsluni um Skopunarfjørð í dag.

- Tað hevur verið fult av fólki og bilum á farleiðini í allan dag. Hóast vit sigldu ein eykatúr fyrrapartin, hava bilar kortini staðið eftir á Gomlurætt.

 

Tað verður sagt umborð á Teistanum, sum In.fo hevði samband við fyri løtu síðan. Lagt verður aftrat, at Teistin, sum tekur væl fleiri bilar enn Ternan, hevur siglt við fullum dekki av Gomlurætt í allan dag.

 

Teistin kom aftur í sigling um Skopunarfjørð í dag, eftir at hann hevur verið til eftirlit á Skipasmiðjuni Mest í Havn seinastu tíðina. Arbeiðið hevur gingið væl, og tíðarætlanin hevur hildið.

 

Umframt, at hvítusunna er hetta vikuskiftið, hava størri tiltøk eisini verið í Sandoynni í dag. Eitt nú hevur árligi djóradagurin verið í Húsavík, og í Meginskúlanum Inni í Dal er sølustevna.