Fulmannað botnli

FS Vágar-B71:

Stóra slagið í botninum verður í Miðvági leygardagin, tá sandoyingar koma á vitjan

 

Upptakt


Tað eru tvey lið í ringum skørum, sum fara á vøllin í Miðvági leygardagin. B71 og FS Vágar tykjast vera liðini, sum sínámillum skulu gera av, hvør parturin skal beina leið niður í aðru deild, í so máta verður dysturin leygardagin nærum altavgerandi.


Spenna bogan

Tað tykist eisini, sum um bæði liðini hava tikið allar kanónirnar fram til hetta stríðið, so eftir øllum at døma verður talan um ein spennandi dyst.

Vágamenn hava seinastu vikurnar havt Jógvan Hendrik Haraldsen og Per Joensen við á liðnum, og væntandi verða teir báðir millum teir fyrstu ellivu leygardagin.

Hjá sandoyingum stóð einki til fyri viku síðani. Fleiri leikarar vóru burturfrá, tá teir taptu móti B36, men nú eru flestu teirra við aftur. Julian Florescu og Kári Nielsen eru báðir um at koma fyri seg, og harafturat kann roknast við, at Hans Jørgen Djurhuss, Jógvan Jón Petersen og Peter Ritter allir vera tøkir aftur, eftir at teir ikki vóru seinasta sunnudag.

Fyri báðar partar tykist talan vera um ein lagnudyst, har eitt tap kann fáa katastrofalar avleiðingar, meðan ein sigur hinvegin kann lyfta liðið nakað frá botnsessinum.