Fullveldissamgongan er søga

Føroyski veljarin ynskir eina broyting. Tað er greiða niðurstøðan hjá Anfinni Kallsberg av úrslitinum í veljarakanningini. Hann væntar eitt ómetaliga spennandi val, har úrslitini í smærru valdøminum fáa stóran týdning

Over and out. Løgmaður Anfinn Kallsberg ásannar, at sjálvstýrissamgongan seinastu seks árini er nú endaliga slitin. Fólkið ynskir eina broyting og tey eru ivaleyst troytt av øllum rokinum, sum hevur verið seinastu tíðina, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum.
Hann heldur, at broddurin er tikin av sjálvsstýrismálinum í valstríðnum, og høvuðsmálið hjá undanfarnu samgongu fer eftir øllum at døma at fáa minni týdning í føroyskum politikki í framtíðini
Anfinn ber stóran ótta fyri, at ein møgulig samgonga millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin hevur við sær, at einki fer at henda í sjálvstýrismálinum, og tað heldur løgmaður vera stórt spell.

Marginalar avgera
Sambært veljarakannigini, sum Sosialurin og Fynd hava gjørt í samstarvi við Føroya Tele, fær sitandi samgongu ikki fleiri14 tinglimir. Flokkurin hjá løgmanni, Fólkaflokkurin, fær í veljarakanningini seks tinglimir og tað er ein færri enn á seinasta løgtingsvali.
Anfinn Kallsberg heldur ikki, at veljarakanningini skal tulkast sum ein framaná til Fólkaflokkin. Hann rør framundir, at Fólkaflokkurin er í fleiri valdømum rættiliga tætt við at vinna onkran tingmann afturat.
? Valið hesaferð verður ómetaliga spennandi. Tað vera teir smáu marginalarnir sum fara avgera nógv. Sambært kanningini eru vit involveraðir í tøttum dystum í Norðstreymi, Sandoy og Vágoynni, og tað kann skjótt koppa báðar vegir, sigur formaður Fólkafloksins.
Hann leggur afturat, at Fólkaflokkurin stendur seg vanliga betur á sjálvum
valinum enn í veljarakanningunum, og tí hevur flokkurin gott treyst til valið.
Anfinn Kallsberg nevnir veljarakanningarnar undan løgtingsvalinum í 2002, har flokkurin lá á góðum 17 %, men tá avtornaði endaði Fólkaflokkurin við góðum 21 %.

Framgongd í Norðuroyggjum
Anfinn Kallsberg fegnast um, at Fólkaflokkurin gongur fram í Norðoyggjum, sum eisini valdømi hjá løgmanni. Sambært kanningini fær Fólkaflokkurin 34,1 av samlaða atkvøðutalinum í Norðoyggjum og tað er framgongd síðan seinasta val.
Spurdur, um hví Fólkaflokkurin fær so góð úrslit í Norðoyggjum, svarar Anfinn, at rákið seinastu árini hevur verið, at Fólkaflokkurin vinnur størri og størri undirtøku millum veljararnar í Norðoyggjum.
? Í 1998 fingu vit 28, 5 % av atkvøðunum og í 2002 var talið 32,1%, so trendið er, at vit fáa størri og størri undirtøku, og tað fegnast vit sjálvsagt um sigur Anfinn Kallsberg.

Mynd: Anfinn
Fullveldissamgongan er søga. Tað er greiða niðurstøðan hjá Anfinni Kallsberg av úrslitinum av veljarakanningini hjá Sosialinum og Fynd.
Mynd: Savnsmynd