Fullveldismenn misnýta Stoltenberg

Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi boðaði í tíðindaskrivi herfyri frá, at kendi norski politikarin, Thorvald Stoltenberg, skal arbeiða fyri bólkin við málum, sum snúgva seg um viðurskiftini millum Danmark, Føroyar og Grønland. Sjálvur kennir Thorvald Stoltenberg als einki til nakra slíka avtalu

Politikkur

Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi sigur seg hava avtalað við Thorvald Stoltenberg, at hann skal gera ávísar politiskar uppgávur fyri bólkin. Thorvald Stoltenberg sigur sjálvur, at tað passar ikki. Hann hevur onga sum helst avtalu gjørt við bólkin.
Í tíðindaskrivi tann 11. mars sigur Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi undir yvirskriftini »Thorvald Stoltenberg skal arbeiða fyri Norðuratlantsbólkin«, at Stoltenberg hevur váttað, at hann vil vera við í kanningum, sum skulu lýsa..... » hernaðarliga virksemið í Grønlandi og Føroyum saman við búskaparligu fylgjunum av herstøðunum, eins og at lýsa fólkarættarligu støðu og rættindi Føroya og Grønlands, at lýsa sosialu viðurskiftini hjá grønlendingum í Danmark og at kanna møguleikarnar fyri bøttum ferðsluviðurskiftum í Norðuratlantshavi«.
Seinni í tíðindaskrivinum verður sagt, at Norðuratlantsbólkurin fegnast um, at ...»Thorvald Stoltenberg vil nýta sínar drúgvu royndir og stóru vitan í arbeiðinum at lýsa hernaðarmál í Føroyum og Grønlandi.«
Sakin er bara tann, at tað vil Thorvald Stoltenberg yvirhøvur ikki.

Ongantíð upp á tal
Thorvald Stoltenberg sigur í samrøðu við Sosialin, at tað hevur als ongantíð verið upp á tal, at hann skal lýsa nakra hernaðarliga støðu hjá Føroyum ella Grønlandi. Hann fer undir ongum umstøðum at blanda seg upp í nakað, sum hevur við støðuna millum Danmark, Føroyar og Grønland at gera, sigur hann.
?Tað er rætt, at eg havi tosað við grønlendska fólkatingsmannin Lars Emil Johansen. Hann ringdi til mín og spurdi, um eg kundi ráðgeva honum í ávísum uttanríkispolitiskum máli, og tað játtaði eg, greiðir Thorvald Stoltenber frá.
Stutt eftir gjørdist hann greiður yvir, at Norðuratlantsbólkurin hevði útnevnt hann at arbeiða við hernaðarmálum í útnorði. Tá gjørdi hann skjótt av og boðaði Lars Emil Johansen frá, at hann als ikki vildi vera við í nøkrum slíkum.
?Eg fari ikki at leggja meg út í politisk mál, sum viðvíkja danska kongaríkinum, sigur hann. Og Føroyar vóru als ikki upp á tal yvirhøvur, tá hann tosaði við Lars Emil Johansen.

Diplomatur
Thorvald Stoltenberg er diplomatur og orðar seg varliga. Hann metir, at hann er misskiltur, tá hann hevur tosað við Lars Emil Johansen, og tað er hann harmur um.
?Jeg beklager att ha bidratt til en slik misforståelse, og trakk meg totalt med det samme, sigur Thorvald Stoltenberg við Sosialin.
Hann sigur seg hava góð viðurskifti við Danmark, eins og hann kennir nógv fólk í Útnorði eisini, sigur hann, og letur heilsa øllum vinum sínum í Føroyum, at hann hevur tað gott.
Vit royndu fyrrapartin í gjár at fáa viðmerking frá Norðuratlantsbólkinum til tað, sum Thorvald Stoltenberg nú førir fram.
Sjúrður Skaale, skrivari hjá bólkinum, var kvikur at vísa til Lars Emil Johansen, tá nevnt varð, at vit vildu vita, hvussu tað gekk við arbeiðinum hjá Stoltenberg.
Av skrivstovuni hjá Lars Emil Johansen varð sagt, at hann var upptikin á tingfundi, men lovað varð, at hann skuldi seta seg í samband við Sosialin, beinanveg, hann var leysur aftur.
Einki var frætt frá honum, áðrenn blaðið fór til prentingar.