John Johannessen
Grønlendingar eru ræddir fyri, at fullveldisætlan føroyinga kann forða fyri grønlendska arbeiðinum fyri víðkaðum sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin.
Hetta skrivar danska blaðið, Berlingske Tidende, 11. mei. Sjálvstýrissinnaði varalandsstýrisformaðurin, Josef Motzfeldt, úr Inuit Ataqatigiit sigur við blaðið, at honum hevði dámt betur, um tað í staðin varð arbeitt fyri at finna ein meira javnverdan felagsskap millum tey trý londini innan fyri ríkisfelagsskapin.
Kortini leggur Josef Motzfeldt afturat, at tað nú kundi sæð út til, at føroysku samráðingarnar nærkast grønlendska modellinum.
Kunna danskar fjølmiðlar
Fyri at vissa vanliga danan um, at Grønland ikki ætlar sær at slíta seg leyst úr ríkisfelagsskapinum, eins og Føroyar, hevur grønlendska sjálvstýrisnevndin gjørt av at fara til Danmarkar at kunna donsku miðlarnar um grønlendsku sjálvstýrisætlanirnar.
Formaðurin í grønlendsku sjálvstýrisnevndini, Jakob Janussen, sigur við Berlingske Tidende, at politisku flokkarnir í Danmark væl vita, at Grønland vil nakað annað enn Føroyar á sjálvstýrisleið. Men kortini eru grønlendingar bangnir fyri, at vanligi danin fær eina fatan av, at grønlendingar fylgjast við føroyingum í fullveldismálinum.
Tí halda grønlendingar tað hava týdning at gera dønum greitt, at Grønland framhaldandi ynskir at verða verðandi í ríkisfelagsskapinum.
Grønlendska sjálvstýrisnevndin kemur til Danmarkar 15. juni. Hetta er sama dag, sum triði samráðingarfundurin millum Føroyar og Danmark um ríkisrættarligu støðuna skal haldast.
Jakob Janussen, formaður í grønlendsku sjálvstýrisnevndini, sigur við Berlingske Tidende, at ferðin til Danmarkar langt síðani er løgd til rættis. Tí er tað av tilvild, at sjálvstýrisnevndin kemur til Danmakar sama dag sum Føroya Landsstýri.
Bangnir fyri at missa Grønland
Høgni Hoydal sigur við Berlingske Tidende í gjár, at hann heldur tað vera heilt ógrundað, at grønlendingar skulu vera bangnir fyri, at mótstøðan í Danmark móti føroyska ynskinum um fullveldi skal hava negativa ávirkan á arbeiðið í grønlendsku sjálvstýrisnevndini.
Høgni Hoydal sigur, at danir sjálvsagt vita, at føroyska stríðið fyri fullveldi ikki kann samanberast við tað grønlendska. Men hann heldur, at danska stjórnin uttan iva er bangin fyri at tað fer at skapa fyridømi í Grønlandi, um Føroyar fáa eina góða avtalu við Danmark.
? Danir kunnu væl liva við, at Føroyar fer úr ríkisfelagsskapinum, men tað hevði verið verri, um Grønland gjørdi tað sama, sigur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal heldur tað annar ikki vera serliga gløgt av grønlendingum at halda fundin í Keypmannahavn sama dag sum samráðingarfundurin millum Føroyar og Danmark er, um ætlanin við fundinum veruliga er at vísa á munin á ynskjunum hjá ávikavist Grønlandi og Føroyum.
Høgni má leggja fordómarnar til viks
Jan Petersen, framsøgumaður í Føroyamálum hjá danska sosialdemokratiet, heldur, at Høgni Hoydal eigur at gevast við at skuldseta danir ógrundað og harvið grugga kjakið um ríkisrættarligu støðuna.
? Vit hava stóra virðing fyri tí, grønlendska fólkið og føroyska fólkið, hvør í sínum lagi, ynskja, sigur Jan Petersen við Berlingske Tidende.