Fullveldisløgmaður væl nøgdur

? Tað er ikki longur avgerandi, hvat danir halda um eina yvirtøku. Nú eru tað føroyingar, sum taka avgerðina, og tað er gott, sigur Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður fyri fullveldissamgonguna, um nýggju yvirtøkulógina

Nýggja avtalan við danir um eina yvirtøkulóg er eitt stórt framstig, og hon er millum annað eitt úrslit av fullveldissamráðingunum við danir, sum slitnaðu.
Tað heldur Anfinn Kallsberg, sum var leiðari fyri fullveldissamgonguna frá 1998 og seks ár fram.
? Hendan yvirtøkulógin líkist nógv tí, sum vit royndu at samráða okkum til við danir. Men tá slitnaðu samráðingarnar, tí danir vildu ikki viðurkenna føroyska sjálvsavgerðarrættin. Tað hava teir nú gjørt í hesi avtaluni, sigur hann.
? Tað er í grundini bara tveir munir millum hesa yvirtøkulógina og hana, sum vit arbeiddu við. Vit ætlaðu at yvirtaka nøkur málsøki samstundis, sum lógin varð samtykt, og okkara lóg skulu avgreiða leiklutin hjá fólkatinginum og løgtinginum, so tað var bara upp til landsstýrið at gera yvirtøkur, sigur Anfinn Kallsberg.

Slagið skal standa í Føroyum
Men hóast munur er ætlanini hjá fullveldissamgonguni og nýggju yvirtøkulógini, so er Anfinn Kallsberg væl nøgdur við avtaluna við danir, sum Jóannes Eidesgaard, løgmaður, skrivaði undir mánadagin.
? Tað er ikki longur avgerandi, hvat danir halda um eina yvirtøku. Nú eru tað føroyingar, sum taka avgerðina, og tað er gott. Slagið um sjálvstýrið skal standa í Føroyum, sigur Anfinn Kallsberg.
Men klára tit at gera nakrar yvirtøkur í samgonguni, hóast nýggju yvirtøkulógina?
? Vit hava fingið nakrar yvirtøkur í samgonguskjalið, og tað er tað, sum vit hava kunna fingið semju um í hesum samstarvinum.